Svimjifelagið Olympic Nice Natation hevur av álvara ‘rakt dagin’, á fronsku meistarastevnuni á stuttgeil, sum er í Angers í hesum døgum. Í gjár setti Yannick Agnel nýtt heimsmet í 400 frí, í morgun setti hann evropamet í 800 frí, og fyri løtu síðani setti so Camille Muffat nýtt heimsmet í 800 metra frísvimjing. Alessia Filippi átti metið á 8:04.53 frá døgunum við superdraktum á EM í Rijeka í 2008, men nú er tað so sorlað niður, til at vera 8:01.06. Lotte Friis varð nummar 2 við 8:16.91, og svimur forrestin í sama felag sum hesi bæði, nú. Sí úrslistalistan her.