Birita Debes luttók í morgun í 100 metra frísvimjing á heimsmeistarastevnuni í Istanbul, og bleiv hon har nummar 50 av 100 luttakandi við tíðini 58.23. Besta tíð hjá henni er 58.20 frá Ægir-stevnu í november 2012, so tað var irriterandi tætt við persónligt met, men tó avgjørt ein góð tíð. Birita hevur nú teir stuttu teinarnar eftir, 50 frí og 50 rygg, sum báðir verða svomnir leygarmorgun. Sí úrslitalistan her.