Pál Joensen hevur í morgun luttikið í 400 metra frísvimjing á HM á stuttgeil í Istanbul, og megnaði hann har at svimja seg víðari í finaluna, við tíðina 3:42.43 og einum 8. plássi. Tað varð rættiliga spennandi um hann fór at klára tað, tí longu í fyrsta riðli svam ein Hao Yun úr Kina 3:42.13, og síðani varð Pál nr 2 í sínum riðli aftanfyri Paul Biedermann, við tveimum á pappírinum skjótari riðlum aftaná. Har einans 8 sleppa í finaluna. Men tað gekk akkurát, Pál liggur nú faktiskt rættiliga væl í finaluni, við tað at eingin svimjari er á geilini uttanfyri hann, og hann tí ikki kann vænta sær skvatl frá tí kantinum av. Mads Glæsner svam skjótastu tíð av teimum 62 luttakandi í morgun, 3:40.89, og Anders Lie kom eisini í finaluni 3:41.80, so har verða 3 av 8 svimjarum í finaluni í kvøld, sum so ella so eru undir veingjabreiðinum hjá nú skjótt fráfarandi danska landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer. Sí úrslitalistan her.
Nú er tað ikki altíð so góður samanhangur millum úrslitini í 400 og 1500, av tí at onkur kanska brúkti 400 til at venja seg við 1500 metra ‘pace’, og so framvegis. Men eg haldi tó so at vit kunnu staðfesta, at tað í øllum førum ikki sær illa út hjá Páli, nú eftir 400 innleiðandi.
Upplistaðu tíðir eru tilmeldingin til 1500 og 400-metra-tíðin í morgun
Uttanfyri finalupláss (men skjótir í 400 / vandamiklir í 1500)