Pál Joensen luttók í gjárkvøldið í finaluni í 400 metra frísvimjing, á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul. Tað varð ein rættiliga spennandi finala har Pál var væl við, hóast kinesiski Yun Hao legði avstað sum eitt óløgi, og Biedermann so tá í móti endanum hevði sín tiltikna spurt, ið gjørdi at týskarin endaði við at verða heimsmeistari. Pál varð nummar 6 við tíðini 3:42.23, eitt sindur skjótari enn í innleiðandi, nú verður spennandi í 1500 finaluni í morgin. Sí úrslistalistan her.
One thought on “Pál Joensen 3:42.23 og nr 6 í 400 frí á HM í Istanbul”