Pál Joensen vann HM bronsu við 14:36.93

Pál Joensen vann í kvøld HM bronsu í Istanbul við tíðini 14:36.93 aftanfyri Mads Glæsner (14:30.01) og evropameistaran Gregorio Paltrinieri (14:31.13). Teir tríggir fylgdust at tað mesta av teininum til Paltrinieri setti ferðina upp við Mads í hølunum tá 500 metrar vóru eftir. Mads tók yvir teir síðstu 50 metrarnar. Fyrrverandi heimsmeistarin, Mateusz Sawrymowicz, royndi at fanga Pál aftur, men Pál megnaði at halda hann aftanfyri seg.

DSC01729

Úrslitið frá finaluni í kvøld var:

  1. Mads Glæsner (DEN) 14:30.01
  2. Gregorio Paltrinieri (ITA) 14:31.13
  3. Pál Joensen (FAR) 14:36.93
  4. Mateusz Sawrymowicz (POL) 14:38.29
  5. Yohei Takiguchi (JPN) 14:40.16 (nr 7 samanlagt)
  6. Jordan Harrison (AUS) 14:43.62 (nr 8 samanlagt)
  7. Anthony Pannier (FRA) 14:51.66 (nr 14 samanlagt)
  8. Sergii Frolov (UKR) 14:57.08 (nr 17 samanlagt)

Øll úrslitini eru at finna her.

One thought on “Pál Joensen vann HM bronsu við 14:36.93”

  1. Legg merki til hvussu Mads Glæsner fór upp og niður í ferð.

    Splitttíðir hjá Páli EM í Szczecin í fjør, World Cup kappingunum í Berlin og Tokyo, EM í Chartres og HM í Istanbul í ár.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.