Hey tit
Svimjisambandið skipar fyri grundleggjandi hjálparfólka-/dómaraskeiði á Hotel Føroyum 2-3 februar 2013.
Undirvísarar verða Carol Zaleski, forkvinna og Søren Korbo skrivari í svimjinevndini hjá FINA.
Við hesum skeiði havi vit møguleika at fáa alla dømingina í Føroyum tillagaða teimum hugsanum, ið FINA, altjóða svimjisambandið hevur. Skeiðið er ætlað til hjálparfólki á øllum stigum.
Tað vil siga at byrjað verður við tí grunnleggjandi og síðani verður bygt víðari.
FINA lýsir skeiðið soleiðis:
The purpose of this course is to achieve the following objectives:
· enlarge the number of officials and enhance the quality of the existing officials;
· create a uniform pattern of interpretation and application of Swimming rules, thus raising the quality of officials;
· use the course as an instrument to develop and promote Swimming worldwide.
Pláss er fyri 25 luttakarum úr føroysku feløgunum.
Luttøkan er ókeypis og skeiðið byrjar leygarmorgun og endar sunnudag seinnapart.
Íroknað er skeið, matur (ikki morgunmatur leygardag og døgurði sunnudag eftir skeiðið) og gisting.
Tilmelding í seinasta lagi mánadagin 28. januar 2013 á ssf@ssf.fo
Sí viðfestu skeiðsskrá
Djóni Dalsgarð
Søren Korbo er danin sum í áravís hevur staðið á odda fyri dømingini á EM og HM. Hann plagar at stýra teknisku fundunum, sum har á myndini frá HM í Istanbul í desember.
Undirvísingin verður á enskum, men sum sagt … hann dugir eisini danskt 🙂