Óli Mortensen megnaði í kvøld at vinna gull á Reykjavík International 2013, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 4:06.44, frammanfyri norsku Morten Bordevic 4:07.01 og Erik Årsland á 4:08.20. Splitt-tíðirnar siga sína søgu, at tað var Bordevic sum svam fyrstu 50 skjótast, áðrenn Årsdal tók yvir og førdi greitt fram til 300 metrar. Bordevic vann so inn aftur á Årsdal við Óla á sleip, áðrenn Óli síðstu 50 setti spurtin inn, 28.91 sekund ímóti teimum 29.85 hjá Bordevic. Gull til juniorin úr Havnar Svimjifelag, í altjóða seniorkapping, og juniormet eisini, í mun til hansara 4:06.74 frá íslendsku meistarastevnuni í apríl 2012.
Sostatt gull og silvur og tvey juniormet til Óla á RIG 2013, hetta síðsta døgnið í Íslandi. Í morgin luttekur hann í 200 blandað og 200 frí, til ber at fylgja við tíðunum ‘live’ her á aegir.is.
One thought on “Óli Mortensen 4:06.44 og GULL í 400 frí á RIG 2013”