Sum nevnt í gjár, so verða tey væntandi 170 sum fara at kappast í morgin á Toftum, tá ið Svimjifelagið FLOT skipar fyri svimjistevnu fyri yngru aldursbólkarnar. Sambært fyriskiparunum er hetta methøgt tal á Toftum … og væl møguligt størsta tal yvirhøvur í føroyskum svimjihøpi, líka mikið aldursbólkar og tiltak. Havi skilt at har er éin genta fleiri enn dreingir á startlistanum, so tað er enntá við fínum kynsbýti 🙂
Lítil ivi at hetta verður eitt ódnartak at fáa gjøgnumført nøkulunda í skili, so vónandi hjálpast vit øll at til at fáa ‘metið’ í hús.
Mær vitandi er hetta fyrstu ferð at einstakar kappingar hava verið tiknar heilt av skránni, til at spara tíð. Í øllum førum er tað fyrstu ferð í langsamiligari tíð.
Avbjóðingin verður at halda tey vekk úr sjálvari høllini sum ikki beinleiðis skulu svimja (ella sum eiga svimjara sum skal svimja … tí foreldur og tílík eiga væl enn at vera vælkomin).
Skiftirúmið verður á sama hátt eitt KAOS, um ikki bara tað mest neyðturviliga verður goymt har. Eini góð ráð eru at hava eina ríkiliga stóra tasku at koyra alt sítt í, íroknað handklæði og yvirklæði.
Rúni tosaði í gjárkvøldið um at hann hevði umhugsað at deila bólkarnar í tvey, so at hvør árgangur varð avgreiddur fyri seg. Tað kann kanska náast enn 🙂
Minnist til at hava nokk av vatni, at drekka inn við í høllina, og til tey i brúka svimjihettu, um ikki at hava hettuna á allatíðina, meða tit eru í høllini. Man kan lætt fáa høvupínu um tað verður heitt í hølluni, og tað verður tað sikkurt 🙂
Annars góða eydnu til svimjarar og fyryreikarar.