SSF á rundferð 2013: FLOT

Starvsnevnd SSF var í gjár í Runavík og vitjaði FLOT, sum liður í árligu rundferðini til føroysku svimjifeløgini. Fundurin kom at minna nokk so nógv um tann í Leirvík, tí at feløgini eru so lík og tí at vit (ahem, ‘eg’) kanska tóku nakað nógv aftur í tað sum varð tosað um har. Men tað var ein áhugaverdur fundur fyri tað, við nógv látri og løgnum hugskotum eisini.

DSC08754

Støðan tykist at vera góð í FLOT í allaryngstu bólkunum, og tá ið tað kemur til lívbjargarar og venjarar og so framvegis. Tey fingu rós frá Jórun fyri at vera so hjálpsom tá ið tað kom til okkara skeiðsvirksemi, sum mestsum alt er endað á Toftum av tí at tað er so lætt at sleppa framat og fáa hjálp frá teimum í felagnum har.

Vit tosaðu nokk so nógv um hetta at hóast vit hava stórar árgangir í allaryngstu bólkum, so fella tey alt ov skjótt frá, og í stórum stimum eisini. Vit duga ov illa at halda fast í teimum sum ikki sleppa á landslið, og eldri aldursbólkarnir eru tí í heilum so mikið smáir, at teir síðstu eisini velja at gevast.

Vit hava onkrar risastórar árgangir; men eisini onkrar heilt ungar har nærmast eingin svimjari er eftir. Kappingin er harðnað um børnini, nú tað er blivið alt meira vanligt at venja sum svimjarar, nógvar tímar um vikuna frá ungum ári, bæði í ítrótti og tónleiki og øðrum ítrivum. Børn hava snøgt sagt úr at gera, og kanska í so nógv.

Men støðan er nú ikki so avbera ring, tí eru jú sum sagt nógv sum svimja í yngstu aldursbólkunum. Bæði dreingir og gentur. Vit í Svimjisambandinum fara tí at royna ymisk átøk, til at fáa tey at verða verandi ‘í handlinum’, og feløgini eru avgjørt eisini við. Sum nevnt í sambandi við Reysta eru tað nógvar uttanlandaferðir á skránni í vár, hjá teimum ymisku feløgunum.

Hasi løgnu hugskotini fari eg ikki at koma inn á, her 🙂

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.