FINA ætlar at bringusvimjarar skulu kunna gera firvaldaspørk út til 15 metrar

Vladimir Salnikov avdúkar í dag á russwimming tað sum fleiri av okkum frættu á FINA skeiðinum á Hotel Føroyum herfyri, at tekniska nevnd FINA ætlar at loyva bringusvimjarum at gera óavmarkað firvaldaspørk út til 15 metrar frá startinum (men ikki eftir vending). Hetta er til at umganga gølur sum tá ið suðurafrikanski Cameron Van Der Burgh vann 100 bringu á OL í London við at taka fleiri enn tað éina lógliga firvaldasparkið út í frá startinum, enntá uttan at skammast um tað aftaná. Les eisini SwimNews



Reglurnar loyva sum kunnugt bara éitt firvaldaspark út í frá start og vending, har man fyri fáum árum síðani ikki mátti taka nakað yvirhøvur. Men trupulleikin er at dómararnir standa ov langt aftanfyri skammilin til at kunna síggja firvaldaspørkini í starti, og tosað hevur tí verið um at brúka video til at fanga tey sum snýttu. Men, eftir øllum at døma vil tekniska nevnd FINA heldur geva frítt og loyva so nógvum firvaldaspørkum sum tú hevur hug til, fyrstu 15 metrarnar, og tað er so uppskotið til kongressina hjá FINA í sambandi við HM í Barcelona í summar.

Gev gætur, at reglurnar broytast ikki fyrr enn í fyrsta lagi eftir HM í Barcelona 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.