Svimjidagur 9. mars 2013 í Fuglafirði

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Leygardagin hin 9. mars fer Svimjisambandið, saman við Fuglafjarða Svimjifelag, at skipa fyri einum ‘Svimjidegi’ fyri yngru svimjararnar. Á skránni verða ymiskir aktivitetir, bæði inni og úti, í hyli og á turrum, og børnini verða blandað í bólkar, soleiðis at tey kunnu hugna og stuttleika sær saman og koma at kenna hvønn annan tvørtur um feløgini. Vit runda dagin av við eini felags máltíð á Muntra.

CIMG2054

(Mynd frá einum lívligum degi í Fuglafirði í 2009)

Vit ásanna, at talan kann verða um ein ógvuliga stóran hóp, tá vit tosa um ‘yngru svimjararnar’ (her hugsa vit 12 ár og yngri, men hetta er ikki knívskorið); gott hevði tí verið, um tit kundu vent aftur til mín í seinasta lagi mikudagin 27. Februar við einum fyribils tali yvir, hvussu nógv tit meta koma at luttaka frá tykkara felagi, soleiðis at tað verður lættari at leggja dagin til rættis.

Kostnaðurin fyri hvørt barnið verður 100,- kr.

CIMG2074

Fyribilsskrá fyri dagin:

Ætlanin er, sum sagt, at deila børnini upp í bólkar og hava einar 4 aktivitetir, sum allir bólkarnir skulu royna seg í (harav tann eini er í hylinum – svimjiroyndir, sum tey fáa heiðursbræv fyri)

  • 12.30 Vælkomin + bólkabýti + ‘upphiting’
  • 13.15 1.aktivitetsrunda
  • 13.45 skift
  • 14.00 2.aktivitetsrunda
  • 14.30 skift
  • 14.45 3.aktivitetsrunda
  • 15.15 skift
  • 15.30 4.aktivitetsrunda
  • 16.00 skift
  • 16.30 matur, handan av heiðursbrøvum og undirhald á Muntra.
  • 18.00 liðugt

Vegna SSF,
Hanna

CIMG2178

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.