Danir skipa á hvørjum ári fyri “DM for Hold”, sum er stevna nakað líknandi okkara landsdystum ímóti Íslandi. Kappast verður í fleiri deildum, og úr bestu deild hevur í ár verið boð eftir føroyingum úr Suðuroyar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag og Ægir, til at styrkja um kjansin at vinna danmarksmeistaraheitið.
(3 føroyingar ið fara at kappast fyri hvør sítt lið á DMH 2013. René Thomsen tók myndina)
Sí innbjóðingina frá Dansk Svømmeunion, til at síggja reglurnar. Hvørt felag kann luttaka við í mesta lagi 2 svimjarum í hvørjari grein, og hvør svimjari í mesta lagi 4 ferðir (umframt stafettir), og vinnandi felag er so tað ið fær flest stig fyri góðar plaseringar.
Ein hópur av føroyingum fer til Danish Open 2013, sum verður fyriskipað frá 26. til 29. mars, góð vika undan DM for Hold hin 6. til 7. apríl. Boð komu tí rættiliga skjótt úr donskum feløgum, um ikki nakrir av okkara bestu svimjarar kundu verða verandi hesa vikuna afturat, til at styrkja um teirra møguleikar í kappingini. Umframt sjálvsagt at fáa eitt gott lið-upplivilsi.
Úr Ægir eru tað Birita Debes og Alvi Hjelm, sum fara at luttaka fyri Esbjerg 1, ið hevur vunnið bestu deildina seinastu 3 árini. Úr Havnar Svimjifelag fara Poula Øssursdóttir Mohr og Óli Mortensen at styrkja um VAT CPH 1, ið vórðu nummar 2 í fjør. Úr Aalborg vóru boð eftir fleiri suðuroyingum; men av tí at tað er rættiliga roksut at sleppa at luttaka sum útlendingur á DMH, endaði føroyska luttøkan har við at verða avmarkað til ‘bara’ Pál Joensen, til styrkja um hópin ið eisini telur evropameistaran Viktor Bromer og Mie Ø. Nielsen.
Magnus Jákupsson svimur sum kunnugt fyri VAT, nú við donskum svimjitjóðskapi, og ein annar danskur føroyingur er Frans Johannesen, sum svimur fyri Esbjerg. Sostatt eru tað heilir 7 føroyingar sum fara at eiga ein fingur í spælinum, um hvat lið ið verður “dansk mester i Svømmeligaen”.
Á Danish Open fara enn fleiri føroyingar at luttaka, men tað goyma vit til seinni 😉
Fyri ordans skyld eigi eg nokk at nevna, at eingir úrvalspengar verða brúktir her 😉
Esbjerg har fået forstærkning af to svømmere fra Færøerne hvor især Birita Debes nok skal gøre en forskel på rygcrawl.
http://swimnews.dk/nyheder/30-dage-til-dmh-og-holdene-tager-form