Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2013, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj frá 26. til 29. mars. Vit síggja at fleiri føroyingar liggja væl fyri til góðar plaseringar, har Birita Debes til dømis hevur bestu tíð í 50 rygg, Magnus Jákupsson bestu tíð í 200 rygg, og Pál Joensen bestu tíð í 200 og 800 frí.
(Pál og Mads eftir 1500 frí á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)
Eitt skjótt yvirlit
GG! Eg havi skoytt Magnus Jákupsson og Frans Johannesen uppí hetta yvirlitið, hóast teir í prinsippinum ikki hoyra til føroyska svimjihópin, og tí ikki kunnu seta til dømis føroysk met. Magnus hevur skift svimjitjóðskap, og Frans er uppvaksin í Danmark. Men teir hava føroysk foreldur, so har er kanska fyri tað okkurt í blóðinum.
Annars er tað at siga um kappingina á Danish Open, at Mads Glæsner luttekur í flestu kappingum har Pál svimur. Har verður tí væntandi hin klassiski dysturin millum teir báðar, sum eftirhondini hevur flutt seg upp á altjóða støði á ovastu rók. Sum heild er tað imponerandi at so nógvir føroyingar luttaka á stevnuni, tí har eru kravtíðir ið týðiligvís avmarkar luttøkuna.
Sí annars upplýsingar um Danish Open 2013 her á svoem.org