Hoyr ljóðbrotið her niðanfyri úr Útvarpstíðindunum hjá Kringvarpi Føroya hin 9. mars 2013 klokkan 18:00. Stjórnin í ÍSF var ikki samd um at Pál Joensen aftur í ár skuldi fáa 500.000 krónur av játtanini á fíggjarlógini til úrvalsstuðul. Tí skal ein nevnd nú fáa greiðu á, hvussu stuðulin skal býtast í framtíðini. Stjórnin hevði fund hóskvøldið, og gjørdi av at svimjarin Pál Joensen aftur í ár fær 500.000 krónur av stuðlinum frá landinum. Ítróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB, fær hinar 100.000 krónurnar.
Fúl skomm, snøgt sagt
Tað frægasta at siga um hatta, er at ÍSF nú endiliga staðfestir, at tey ikki kunnu umsita úrvalspeningin.
Og at Løgtingið tí má umhugsa at játta úrvalspening beinleiðis til SSF og/ella Pál, um vit føroyingar skulu hava ein rímiligan kjans at fáa kvalifiserað fólk við til Rio 2016.
Tí hetta seinkaða og óskipaða er gott nokk óbrúkiligt
Hví halda tey at tey fáa úrvalspening yvirhøvur ?
Hoyrt!!!