Markus Joensen megnaði í dag at seta nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann á BankNordik-stevnuni í Vági svam teinin uppá 1:06.26, har metið hjá Jón Hofgaard frá landsdysti ímóti Íslandi í 2010 var 1:06.50. Óført svomið av unga svimjaranum úr Havnar Svimjifelag.
Jón Bjarnason heldur um metið hjá Markusi …
Hann svam sera gott í dag, 5 tøk fyrsta 25m so 7 so 8 og so 9 seinasta 25m.
Hann er kanska ikki sterkur nokk til 9 tøk, og eg giti at hann fór
undir 1:06 um hann helt seg á 8 tøkum.
Tíverri havi eg ikki video… men hetta er ein framtíðar maður um hann
blívur eitt sindur sterkari.