Bartal Hestoy og Markus Joensen met í Íslandi í dag

bartal-hestoyBartal Hestoy setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Actavis International 2013 í Íslandi svam teinin uppá 1:08.84, har metið hjá Markusi Joensen var 1:09.91. Um kvøldið var tað tó Markus Joensen sum svam skjótari, tá ið hann vann silvur við nýggjum føroyskum juniormeti 1:08.93, Bartal tá bronsu við 1:09.58. Sí úrslitalistan her

Tað er Havnar Svimjifelag sum kappast har í Íslandi, sum partur av langgeilalegu har nú á páskum. Í 1500 metra frísvimjing vann Marius Ihlen Garðshorn gull í bólkinum dreingir 15-16 ár við tíðini 17:40.92, og Óli Mortensen gull í bólkinum dreingir 17-18 ár og opna bólkinum við tíðini 16:21.73.

Í 50 rygg vann Markus Joensen bronsu við tíðini 29.17, og Kristina Eliasen silvur við tíðini 29.73. Í 200 blandað vann Bartal Hestoy silvur við tíðini 2:12.60. Og í 100 frí vunnu systrarnar Lív og Vár Eidesgaard gull í bólkunum gentur 13-14 ár og gentur 11-12 ár, frætti eg (og orsaka, úrslitalistin er ikki bólkabýttur har, so tað er ringt at síggja).

Til ber at síggja øll úrslitini her á sh.is, sí eisini stevnusíðuna á sh.is.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.