Birita Debes megnaði í dag at svimja júst somu tíð í finaluni í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open 2013, sum hon svam tá ið hon setti føroyskt met í hálvfinaluni í gjár. Hetta er komið ógvuliga sjáldan fyri, um nakrantíð, at ein svimjari hevur fyrst sett føroyskt met og síðani tangerað metið á somu stevnu í tveimum greinum. Tí hon gjørdi tað nevniliga eisini í 50 rygg, har hon fyrst setti føroyskt met í innleiðandi riðlunum við 32.12, fyri síðani at svimja aftur 32.12 í finaluni. Sí úrslitalistan her
(Ryggsvimjing, vist nokk Birita, á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)