Óli Mortensen megnaði í kvøld at vinna sær gullheiðursmerki á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í Laugardagslaug í Reykjavík svam teinin uppá 8:30.32, frammanfyri íslendsku Daniel Hannesson á 8:31.07 og Arnór Stefánsson á 8:32.78. Hetta er eisini nýtt føroyskt juniormet, í mun til teir 8:31.34 sum Óli svam á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í fjør summar. Óli førdi rættiliga greitt frá byrjan til endan, upp í smá trý sekund við 700 metrar, til Daniel setti spurt inn seinastu 100, og mundi fingið Óla aftur. Sí úrslitalistan her.