Rókur var at hoyra í útvarpsendingini “Bólturin” seinnapartin í gjár, har hann tók samanum úrslitini hjá Óla Mortensen og Bartali Hestoy á íslendsku meistarastevnuni og frá metinum hjá Poulu Ø. Mohr í 100 firvald, umframt at fortelja eitt sindur um komandi kappingar í Føroyum og uttanlanda.
Tað er ikki so, tá svimjarnir kappast um at levera góð úrslit. Á myndini hyggur Rókur niður á notatini fyri ikki at gloyma nakran, meðan hann tosar við útvarpið.