Árliga meistarastevnan fyri ung er sum kunnugt í Klaksvík um vikuskiftið, har okkara aldursbólkar yngri enn juniorar kappast um at gerast føroyameistarar í sínum bólki. Í gjárkvøldið avgreiddu tey fyrstu kappingar, við fyrsta eygnabrá sær tað út til at at serliga Havnar Svimjifelag gjørdi eitt ordans hál, við svimjarum sum Marius Ihlen Gardshodn og Lív E. Eidesgaard.