Viðfestur er úrslitalistin fram til nú leygarkvøldið á Meistarastevnuni fyri Ung 2013, sum er í Klaksvík til og við í morgin. Við fyrivarni fyri villum er støðan nú tann, at Havnar Svimjifelag førir við 30 gullheiðursmerkjum, 17 silvur og 19 bronsu, í tættari kapping við Suðuroyar Svimjifelags um hevur vunnið 27 gull, 31 silvur og 11 bronsu. Reysti er nr 3 við 6 gull, 12 silvur og 16 bronsu, Ægir er nr 4 við 6 gull, 6 silvur og 0 bronsu, og FLOT nr 5 við 1 gull, 4 silvur og 4 bronsu.