Arena afturkallar 3 útgávur av Carbon-Pro (!)

Arena hevur í dag valt at afturkalla 3 útgávur av Carbon-Pro modellunum hjá sær, tí at hesar ikki lúka treytunum hjá FINA). Støðan er eftir øllum at døma at FINA í februar keypti nakrar draktir sum liður í stikkprøvu-kanning, har tey staðfestu at luft ikki slapp so lætt ígjøgnum tær sum reglurnar krevja, og Arena hevur síðani staðfest at trupulleikin eftir øllum at døma er komin fyri vegna eina tillaging í framleiðsluháttinum, sum tey her í vetur framdu til at dekka øktan eftirspurning. Og hesar draktir framleiddar í desember 2012 og tíðliga í 2013 eru tí ikki longur lógligar, frá í morgin av at rokna, sí pressuskriv frá Arena:

  • AR220993 – woman full body open back
  • AR220994 – woman full body closed back
  • AR141364 – man jammer

Um tit hava keypt eina sovorðna drakt, so kunnu tær eftir øllum at døma frítt býtast um við at seta seg í samband við support.arenapowerskin.com. Men tað er sjálvsagt óvanliga óheppin timing, um ætlanin var at brúka draktina til dømis nú á Føroyameistarastevnuni 2013, sum byrjar hósdagin.

3 thoughts on “Arena afturkallar 3 útgávur av Carbon-Pro (!)”

    1. Tað hevði óiva gjørt FM til eitt sirkus. Men ok, svimjinevndin megnaði at gera tað við MU, so tað skal ikki undra meg.

      Annars verður sagt soleiðis frá Arena og FINA.

      Arena North America’s general manager Tim McCool stated to Swimming World this morning that the part of the production that was affected by the anomaly had no impact on performance of the products. He also said that FINA has been working with Arena throughout this process and that all times swum in the suits, up until today, still count.

      Tað er serliga “no impact on performance of the products” og so “all times swum in the suits, up until today, still count.” ið ein skal leggja til merkis, og so hugsa seg um, tað eru 2 dagar til FM og hvør ólukkan klárar at erstatta ein drakt til 3000 kr+ til tað tíð?

  1. Tað eru fleiri av okkara svimjarum sum brúka hasar í dag. Tað er eingin kjansur at skaffa eina drakt nú 🙁
    Hatta mugu vit fáa greið boð um áðrenn farið verur til FM, um tær eru ólóligar ella ikki ha

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.