So er tað FM/JM í svimjing 2013

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Tað er lagt upp til nógvar spennandi løtur, tá ið Svimjihøllin í Gundadali nú hósdagin til leygardagin 9. til 11. mai 2013 verður karmur um ársins Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu í svimjing, við luttøku av okkara allarfrægastu svimjarum. Kappast verður um Juniormeistaraheitini um morgunin og Føroyameistaraheitini um kvøldið, í tríggjar dagar við beinleiðis sjónvarping av finalunum um kvøldið í Kringvarpi Føroya.

DSC02253

Pál Joensen er heilt greitt størsti profilur á stevnuni, nú hann nærkast sínum 100. heiðursmerki á Føroyameistarastevnu. Hann er tilmeldaður í 15 einstaklingakappingum, og fer væntandi at røkka hesum 100. heiðursmerki á júst hesi stevnu, um ikki okkurt gongur heilt galið. Um vit telja liðsvimjararnar við, so eru tey 100 longu rokkin hjá honum.

DSC02176

Afturat honum er tey sum kunnugt ein rúgva ið hava tikið seg nógv fram í seinastuni, so at vit her í 2013 í heilum hava hoyrt um nýggj juniormet og føroysk met. Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag er sterkur serliga í blandaðari svimjing og bringusvimjing, meðan liðfelagin Óli Mortensen er serliga góður á teimum langu fríteinunum. Poula Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag setur met í blandað og firvald, meðan tær báðar Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr Ægir skara framúr á teimum stytru rygg- og firvalda- og frí-teinunum. Og afturat teimum eru tey fleiri sum her í seinastuni hava svomið avbera gott, upp í móti og betri enn bestu føroysku tíðir nakrantíð.

DSC02370

Tilsamans verða tey eini 25 mans og 36 kvinnur, sum hesar tríggjar dagarnar fara at dystast um at vera best í Føroyum. Kringvarp Føroya sendir sum nevnt beinleiðis frá finalunum frá klokkan 17 til 19 hvønn dag, og hartil ber til at fylgja við úrslitunum beinleiðis á livetiming.dk. Heimasíðan svimjing.com fylgir sum vanligt neyvt við gongdini á FM og JM, við myndum og varping frá serliga juniorkappingini um morgunin.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

2 thoughts on “So er tað FM/JM í svimjing 2013”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.