Pál Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann í finaluni á FM/JM 2013 svam teinin uppá 1:03.00, har metið hjá Páli sjálvum frá SuSvim stevnu í mars 2011 var 1:03.90. Markus Joensen var næstur við nýggjum føroyskum juniormeti 1:04.77, har metið hjá honum frá stevnupartinum í morgun var 1:05.82. Sí úrslitalistan her.
1:03.00 verður ikki nokk til annað enn bronsu í 2014. Hvør fer við gullinum, Pál ella Markus?