Nú á farna FM/JM 2013 upplivdu vit sum kunnugt fleiri kolldømingar í liðsvimjing, har fólk vóru ósamd um hvat ið hevði gingið fyri seg. Fólk hava víst á at fleiri stafettir vóru kolldømdar fyri ov skjótt skifti á geil 2, og stóri spurningurin er tí um okkurt var galið við eltíðtakingini á hesi eini geilini.
Bartal og eg filmaðu av góðum grundum 4×50 liðsvimjingina hjá FLOT, av tí at dóttur mín svam við, og vit hava tí video bæði frá síðuni og uppifrá av hesi kolldømingini. Gevið gætur at svimjarin skal ikki bara nerta við plátuna, men eisini trýsta nóg hart til at ‘trýsta á kontaktina’. Og at vit sum meginreglu ikki brúka videoprógv í svimjing.
FLOT er sum nevnt á geil 2, næstlongst burtur frá okkum
Serliga uppifrá virkar tað sum um at ‘kontaktin’ var í so trek. Leggið til merkis hvussu leingi hondin er á vegginum áðrenn føturnar hjá næsta svimjara fara av startblokkinum, og áðrenn nøkur nýggj tíð kemur á talvuna har uppi í horninum. Og minnist aftur til at vit flest kenna til slíkar trupulleikar vegna slitnar plátur, har sláast má hart á pláturnar til at fáa kontaktina at rigga. Spurningurin er meira, um hetta ikki var nóg hart til at plátan burdi reagerað.
Nú er FLOT næst-nærmast okkum (eg síggist við kamera har niðri á gólvinum, hinumegin)
Stafettir dømdar fyri tjóvstart í skifti á geil 2
- FLOT gentur 4×100 frí
- Ægir menn 4×100 blandað
- FLOT gentur 4×50 frí
- Ægir kvinnur 4×50 frí
Hatta er so ikki eitt for skjótt skifti, har er einki at taka feil av. Tað bleiv sakt longu Hósmorgunin at okkurt var galið við plátini á geil 2 og tað bleiv einki gjørt við tað, Sum førdi til at fleiri blíva køldømd á geil 2 og tað blívur stadivekk einki gjørt við tað.
Ótrúliga óheppi til eina so stóra kapping, at tingini ikki eru í ordan.