Enn ein met skjót FM stevna

Tey seinastu árini hava FM vinnarar svomið skjótari og skjótari. Aftur í ár megnaðu FM vinnarar at svimja skjótari – í miðal – enn árið fyri. Gulltíðir hjá staklingum síggjast her roknaði í 2009 Fina stigum og í leypandi stigum.


Sum vant megnaði Pál at fáa flest Fina stig í 800 frí. Hesu ferð bleiv tað til, ógvuliga passandi kanska, 800 Fina stig. Í ár settu FM vinnarar stevnumet í 14 einstaklingakappingum aftrat 4 stafettir, ið settu nýggj føroysk met. Stevnumetini skulla tó takast við fyrivarni, tí her er ikki kannað longur aftur enn til 2004.

Tal av metum liggur áleið tað, svimjarnir plaga at seta.

Tað er ikki bara gullvinnarar, sum svimja skjótari. Hyggja vit at støðuni í 50 frí hjá kvinnum síggja vit, at hópurin svimur met skjótt og tættari er millum topp og botn. Tað skal viðmerkjast, at luttakarnir í 50 frí hjá kvinnum eru í miðal 1 ár eldri, og hópurin er eitt vet minni enn í fjør (26 luttakarar í 2013 í mun til 30 í 2012). Miðal tíðin var 29.57, ella meira enn eitt hálvt sekund skjótari enn met miðaltíðin í fjør, sum var 30.12.

Her eru FM úrslit í 50 frí hjá kvinnum frá útvaldum stevnum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.