Hetta vikuskiftið hevur norðurlendska svimjisambandið aðalfund í Helsinki, har tey út yvir vanligu málini eisini fara at viðgera hvussu NMU og NJM skulu skipast. Úr Føroyum eru umboðini Jon Hestoy og Djóni Dalsgaard, ávikavist formaður og aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya. Niðanfyri sæst mynd frá fundinum, funnin á síðuni hjá NSF á Facebook.