Pál 1:52.76 og B-finalu í 200 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani víðari til B-finalu á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið hann í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:52.76. Nokk til eitt fyribils 14. pláss, ið er betur enn hansara upprunaliga styrkismeting á startlistanum sum nummar 18, hóast tað er nakað seinni enn hansara tilmeldingartíð á 1:51.05. Sí úrslitalistan her.

DSC00897

B-finalurnar eru tíðliga seinnapartin, og til tey sum ikki vita tað, so svimur man tá bara um heiðurin og møguliga betring av sínum tíðum, uttan møguleika at vinna heiðursmerki. Bartal Hestoy er sum nevnt eisini víðari til B-finalu í 400 metra blandaðari svimjing, og hartil er Magnus Jákupsson víðari til B-finalu í 100 rygg og 100 firvald.

Hinir føroyingarnir eru nú lidnir við sínum kappingum á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona. Út yvir føroysku metini hjá Poulu Ø. Mohr og Bartali Hestoy, so hava føroyingarnir havt trupult við at svimja upp ímóti sínum bestu tíðum, uttan tó at smokka heilt burtur í millum. Tað tykist sum um at tað hevur verið trupult hjá nógvum at svimja optimalt á stevnuni í Barcelona, soleiðis at føroyingarnir halda síni pláss eitt sindur uppi frá botninum av úrslitalistanum, hóast tey ikki svumu so nógvar bestu tíðir.

B-finalurnar byrja klokkan 16:00 Barcelona tíð, sum er klokkan 15:00 her í Føroyum, sí tíðarætlanina her. Bartal svimur longu í fyrstu kapping kl 15:00 FO-tíð, síðani Magnus 100 rygg kl 15:09, Magnus 100 firvald kl 15:29 og Pál 200 frí kl 15:36.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.