Video frá Skálafjarðarsvimjingini 2013

So eri eg um at vera liðugur við viðgerðini av video frá Skálafjarðarsvimjingini 2013. Her niðanfyri er ein ‘playlisti’ við tilsamans umleið 47 minuttum av video, og niðanfyri aftur viðfesti eg so videoirnar hvør sær, við stuttari frágreiðing.

Eg burdi sikkurt gjørt eina stytri og meira popputa útgávu, men tað má bíða.



Video 1 – Norðlýsið stimaði HS-masters inn á Skálafjørðin

Jon Hestoy hevði videotól við umborð, og tosar her millum annað við Birgir Enni um eina metskjóta Nólsoyarsvimjing, einaferð.

Video 2 – Komin í Neystið

Nøkur videobrot úr róðrarneystinum hjá NSÍ. Onkur er longu kaldur

Video 3 – Briefing í Neystinum

Rúni Gaardbo greiðir frá tiltakinum, fortelur um rutuna og sovorðið

Video 4 – Svimjararnir fara í bátin

Vit gera klárt at fara yvirum. Onkur fær muss, onkur annar fær ikki

Video 5 – Svimjararnir verða stimaðir yvirum

Vit fara yvirum fjørðin, og í land

Video 6 – Skálafjarðarsvimjingin

Video hjá mær frá umborð á bátum. Fekk tíverri ikki startin so væl við, og yvirhøvur er tað trupult (men spennandi) at filma havsvimjarar ‘í aktión’

Video 7 – Á málinum

Annika og Lis filmaðu á málinum. Okkurt er galið við ljóðstyrkini til tíðir, ein nýggj video er á veg.

Video 8 – Full speed retur aftaná svimjingina

Menn vildu í Neystið og til suppuna skjótt. “Hold på hat og briller”

Video 9 – Suppa í Neystinum

Gott at fáa suppu. Onnur hildu at amboðini vóru meira spennandi

Video 10 – Rúni kunnger úrslitini

Svimjararnir hoyra fyri fyrstu ferð offisiellu úrslitini

Video 11 – Hestoy takkar fyri

Jon Hestoy takkar vegna Svimjisamband Føroya fyri at Skálafjarðarsvimjingin er aftur

Video 12 – Steypahandan

Steypahandan á stevnuøkinum, eina góða løtu aftaná suppu og alt hatta har

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.