Dimmalætting veit í dag at siga, at føroyski triatleturin, súkklarin og fyrrverandi svimjarin Súsanna Skylv Sørensen er undir illgruna fyri at hava dopað seg. Greinin avdúkar ikki hvussu tey koma til hesa niðurstøðu; men tey hava tosað við Súsannu sjálva, sum ikki kendi til dopingákæruna. Bara at hon er biðin at koma á fund við ÍSF í morgin.
Hvussu kann Dimmalætting vita nakað ið hon ikki veit?
Er tað genmanipuleraðar tomatir ella EPO ið hon skal hava brúkt?
Hetta er ein ótrúliga ivasom grein, fyri at siga tað pent.
Um tað er umboð fyri anti doping Danmark ella ÍSF ið hevur tippa Dimmu, veit eg ikki, men ein ótrúliga vánalig handfaring líka mikið hvat. Ein leki til miðlarnar áðrenn umrøddi persónur hevur fingi boð? Eg skilji onki.
Vónandi er alt hetta “bert” ein stór misskiljing, ein spurningur um heilivág hennara og TUE. Og tá ið tað so er sagt, so er eingin umbering fyri hasa yvirskiftina, serliga ikki tá ið Súsanna sjálv ikki veit um dopingákæruna. Tá kundi yvirskriftin eins væl verið “Píniligur leki í ÍSF”
Hatta er ein løgin grein við null undirbygging av “illgrunanum” og so allíkavæl endurgeving av hvussu fólk úttala seg um nakað sum fleiri av teimum siga seg ikki vita nakað um.
Vónandi verða vit klókari í morgin. Og um hetta ikki bara er ein feilheft tvæssigrein, so er tað ikki bara pínligt men átaluvert, at Dimma kennir til málið áðrenn tann sum verður ákærdur