Føroyska EJM-landsliðið eru nú endiliga væl ávegis til Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, eftir at hava verið noydd at bíða í Vágum, vegna mjørka og harav avleiddum seinkingum. Men í gjárkvøldið komu tey so til Keypmannahavnar, og einaferð í dag burdu tey so komið fram til Canet.
Her er ein ‘collaga’ úr flúgvaranum, sum Jón Bjarnason hevur gjørt.