Magnus Jákupsson svam seg í dag til gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 25.63 sekund, har næsti maður Andreas Schiellerup svam 26.07. Hetta er stórt persónligt met hjá Magnusi Jákupssyni, og eisini greitt besta tíð millum danskar svimjarar yvirhøvur í ár, í mun til hansara til nú bestu tíð 25.92 frá Danish Open í mars mánaða. Føroyska metið hjá Magnusi er 26.34 frá donsku meistarastevnuni í fjør, so har hendir av álvara nakað hjá Magnusi. Danska metið hjá Matiasi Gydesen er 25.44, frá EM í Budapest í 2010. Sí úrslitalistan her