So er danska meistarastevnan á langgeil byrjað – Fyri løtu síðani luttók Magnus Jákupsson í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing, og var hann har greitt skjótastur av teimum 34 sum svumu, við tíðini 26.61 har hin næstskjótasti svam 27.07. Sí úrslitalistan her.
Pál skal í dag eftir ætlan svimja 800 metra frísvimjing, men eg veit ikki heilt hvussu danir roksa … í innleiðandi riðlunum stendur hann (uttan tíð og niðast) at vera ‘EXTRA’, og í skránni til í kvøld stendur hann ovast at vera ‘EFT’. Eftertilmeldt?
Frans Johannesen hevur sambært skránni næstbestu tilmeldingartíð í 800 metra frísvimjing, aftanfyri Pál Joensen.
http://livetiming.dk/program.php?cid=1457&session=2&type=STS&event=4
Ja, í sofall hevur hann ikki leikbann longur.
http://www.svimjing.com/2013/06/08/story/frans-johannesen-tikin-i-at-nyta-ologligan-astma-heilivag
Sakin er mær vitandi ikki liðugt viðgjørd enn, so tað er ikki sikkurt at hann er í karantenu. Veit ikki heilt hvussu hatta riggar … í førinum við Glæsner fór hann jú beint í karantenu har hann vandi men ikki kappaðist.