Magnus Jákupsson luttók í áðni í innleiðandi riðlunum av 50 metra firvaldasvimjing á donsku meistarastevnuni á langgeil, og varð hann har fjórskjótastur av teimum 45 sum luttóku, við tíðini 24.99 sekund aftanfyri Andreas Schiellerup á 24.64, Søren Dahl á 24.72 og Daniel Steen Andersen á 24.92. Teir vóru fimm undir 25 sekund, so tað verður ein sjón seinnapartin, tá ið finalan verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn. Sí úrslitalistan her.