Norski Henrik Christiansen setti í gjár eitt imponerandi juniormet, tá ið hann á norsku meistarastevnuni á langgeil vann kappingina í 400 metra frísvimjing við tíðini 3:57.29, har næsti maður svam 4:04.78. Hetta hevði rokkið til eitt greitt silvurheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, frammanfyri OL-luttakaran Daniel Skaaning á 3:59.58 men aftanfyri Pál Joensen á 3:54.17. Henrik er enn bara fyrstaársjuniorur, á aldur við Óla, Alva, Eyðbjørn og Markus, og fer tí eisini til EJM í Poznan, har hann við nú farna juniormetinum 3:57.59 er styrkismettur sum nummar 26 í 400 frí, og har hann við nýggja metinum liggur til eitt 25. pláss.