Magnus 2:04.21 og gull eisini í 200 rygg á DM 2013

Magnus Jákupsson vann sær í dag sítt triðja gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:04.21, 6 hundraðpartar frammanfyri silvurvinnaranum Andreas Schiellerup á 2:04.27. Magnus var annars aftanfyri bæði við 50, 100 og 150 metrum, men megnaði altso at hála seg framum Schiellerup, seinastu longdirnar. Magnus vann harvið allar tríggjar tær gjørligu ryggkappingar; 50, 100 og 200 rygg. Sí úrslitalistan her.

Í morgin er tað Pál sum skal royna seg í 200 frí, á síðsta degi av DM 2013.

DML2013-Magnus-Shannon-eval-200rygg

(Magnus og NTC-venjarin Shannon Rollason eftirmeta 200 metra rygg finaluna á DM 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)

2 thoughts on “Magnus 2:04.21 og gull eisini í 200 rygg á DM 2013”

    1. Eitt hat-trick har tað enntá ikki ber til at vinna meira.

      ‘Clean sweep’ ella ‘greipa’ 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.