Pál 1:50.63 og danskur meistari í 200 frí

Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt dansk meistaraheiti, tá ið hann í finaluni í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:50.63, frammanfyri silvurvinnaranum Daniel Skaaning á 1:50.85 og bronsuvinnaranum Sebastian Ovesen á 1:53.50. Tað var annars Skaaning sum legði harðast út, so at hann lá eitt hálvt sekund ella hálva kroppslongd frammanfyri Pál eftir 100 og 150 metar, men Pál kom so aftur síðstu metrarnar. Sí úrslitalistan her.

Splitt-tíðir
Pál 26.67 – 28.21 – 28.29 – 27.46
Daniel 26.55 – 27.75 – 28.26 – 28.29

Teir báðir Magnus og Pál megnaðu harvið at vinna tilsamans 5 gullheiðursmerki á DM 2013, í teimum 7 kappingunum sum teir luttóku í; Magnus í 50, 100 og 200 rygg, og Pál í 200 og 400 frí. Pál svam eisini skjótast í 800 frí, men svam har vegna ov seina tilmelding ‘uttanfyri kapping’, og Magnus varð nummar fimm í 50 firvald, umframt at vera við til at vinna gull í 4×100 blandað og silvur í 4×100 frí. Magnus var tað mannfólkið sum vann mest á DM 2013.

DML2013-Magnus-Pal

One thought on “Pál 1:50.63 og danskur meistari í 200 frí”

  1. Ein fín tíð, serliga 2. 100m á 0:55.75 er nakað ein leggur til merkis.
    Um hann goymir handan til heimtúrin í 800m finaluni í Barcelona, so verður tað sera stuttligt.

    So skal hann “bara” leggja út á 56.4 sum í Shanghai og halda seg á 58 lágt til seinasta 100m 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.