Í morgin mikudagin 10. juli 2013 byrjar evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing, í býnum Poznań í Póllandi. Fyri Føroyar luttaka tey fimm Guðrun Mortensen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen og Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag, og Alvi Hjelm úr Ægir.
Tað tykist sum at tað fer at liggja væl fyri at fylgja við svimjingini; á heimasíðuni ejc2013poznan.eu lova tey í øllum førum live úrslit, og tað kann væl hugsast at har verður onkur stroymingarloysn eisini, eftirsum at tey vístu frá lop av vippu.
(EJM-liðið í Poznan, frá vinstru Markus Joensen, Eyðbjørn Joensen, Guðrun Mortensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen. Við føroysku svimjarunum eru eisini Thurid Kjærbo, ferðaleiðari og Jón Bjarnason, venjari, umframt onkur foreldur)
Her niðanfyri er eitt yvirlit yvir luttøkuna hjá føroyingunum, at dagføra so hvørt.