Teir tríggir Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Eyðbjørn Joensen hava í morgun luttikið í 400 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil, og gjørdust teir har ávíkavist nummar 50, 52 og 55, við tíðunum 4:10.85, 4:12.58 og 4:19.68. Eitt sindur frá teirra bestu tíðum, har Óli á Reykjavík International í januar svam 4:06.44 og og Alvi á NMU í fjørsummar svam 4:08.18. Sí úrslitalistan her.
Dreingirnir hava tað sum væntað eitt sindur hart, her á sínum fyrsta EJM av (vónandi) tveimum, í kapping móti javngomlum og teimum sum eru eitt ár eldri.
Pál Joensen varð til samanberingar nr 23 av 31 á sínum fyrsta EJM, við tíðini 4:06.37
http://www.swimrankings.net/index.php?page=meetDetail&meetId=518212&gender=1&styleId=5
Árið eftir vann hann gull við 3.51.44
http://www.swimrankings.net/index.php?page=meetDetail&meetId=524031&gender=1&styleId=5