Markus Joensen megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil svam teinin uppá 31.87. Tað rakk til eitt 46. pláss í hørðu kappingini á EJM í Poznan, sí úrslitalistan her. Eyðbjørn Joensen átti føroyska juniormetið á 32.13, frá Danish Open í mars mánaða í ár, og besta tíð hjá Markusi sjálvum áðrenn hetta var 32.53 frá Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni mánaða. Pauli Øssursson Mohr eigur føroyska metið á 31.39, frá EM í Budapest í 2010.
Føroyingarnir svimja ikki meira í dag, men í morgin burdi tað ligið væl fyri, tá ið Guðrun svimur 50 frí, Eyðbjørn 200 frí, Markus 100 bringu, og Óli og Alvi 800 frí.
(Markus svimur bringu á EJM 2013, Jón Bjarnason eigur myndina)