Alvi Hjelm, Markus Joensen, Óli Mortesen og Eyðbjørn Joensen luttóku í morgun í 4×100 blandað á evropeisku juniormeistarastevnuni í svimjing, har teir megnaðu at svimja 4:13.97, eitt lítið sindur frá teirra egna føroyska juniormet á 4:13.75 frá norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung í fjør summar. Hetta rakk til eitt 20. pláss, sí úrslitalistan her.
Harvið er føroyska luttøkan liðug á EJM 2013. Markus Joensen setti eitt nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu (31.87) og Óli Mortensen eitt nýtt føroyskt juniormet í 800 frí (8:25.69), meðan Eyðbjørn Joensen setti persónlig met í 50 og 100 frí (ávíkavist 25.12 og 54.57).
One thought on “Alvi, Markus, Óli og Eyðbjørn 4:13.97 í 4×100 blandað á EJM 2013”