Bartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet
Lívið á venjingarlegu í Frankarríki er gott. Hotellið er fínasta slag, kømrini hava tað einum svimjara tørvar, song, wifi og eitt stað at heingja svimjiklæðini at turka. Maturin er góður, men sera lokalur, man venur seg spakuliga við hann. Tíbetur er har eisini ‘svimjara matur’ at fáa, so sum pasta og høsnarungi. Eg trúgvi tað hevði verið trupult at fingið nakrar av svimjarunum mettar av øðu, høggislokki og couscous. 😉
Venjingarnar ganga gott, og umstøðurnar eru sum áður nevnt, framúr. Viðvíkjandi veðrinum, so hevur tað verið ógvuliga heitt, burtursæð frá kvøldvenjingini í kvøld, týskvøld, har tað bleiv stormur og fólk vórðu rópt upp. Tíbetur var tað ein 25 metur innandura hylur, ið vit kundi svimja programmið liðugt.
Bonne Nuit