The Royal Gazette skrivar her um Oyggjaleikir á Bermuda 2013, at tilsamans 10 oyggjaleikamet vórðu sett fyrstu 3 dagarnar á hesum leikum, harav 9 vóru í svimjihylinum. Men svimjikappingin er jú í 4 dagar, og tey blíva bara við at seta met har yviri í sólini.
Bermuda hevur sett nýtt met í 4×50 blandað fyri kvinnur, sum nú er 1:58.16, har metið hjá Føroyum frá Álandi í 2009 var 1:58.56. Bermuda damurnar settu eisini nýtt met í 4×50 frí, við at svimja 1:46.04 har metið hjá Føroyum frá Isle of Wight í 2011 var 1:46.70, og mennirnir hjá Jersey settu stórt nýtt met 1:31.54 í 4×50 frí, har metið hjá Guernsey frá Álandi í 2009 var 1:33.28. Guernsey betraði hinvegin metið í 4×50 blandað fyri menn, við at svimja 1:42.53 har metið hjá teimum frá 2011 var 1:43.15, og Jersey setti met í 4×100 frí fyri kvinnur, við at svimja 3:50.46 har metið hjá teimum frá 2011 var 3:55.20.
Fraser-beiggjarnir frá Cayman hava tikið tilsamans 3 met; Brett Fraser við at svimja 50 firvald uppá einastandandi 24.09 sekund og síðani 23.26 (!), har metið hjá Magnusi Jákupssyni frá Isle of Wight í 2011 var 24.70. Shaune Fraser við at svimja 49.86 í 100 frí har metið hjá Páli Joensen frá 2009 var 50.04. Í 100 firvald setti tók fyrst Grant Halsall av Man metið við 53.88 har metið hjá Ian Powell frá 2011 var 54.05, og síðani Shaune Fraser við í finaluni at knalla tað niður á 51.06.
Ian Black av Jersey hevur sett nýtt met í 100 metra bringsvimjing, við at svimja 1:01.71 har metið hjá Darren Mew frá Isle of Wight í 2011 var 1:02.03. Grant Halsall av Man hevur sett nýtt met í 100 blandað, við at svimja 55.39 har metið hjá Thomas Hollingsworth af Guernsey frá 2011 var 56.15, og í 50 rygg við at svimja 25.00 har metið hjá Ian Powell frá 2011 var 25.26.
Miles Munro av Guernsey hevur sett metið í 50 frí niður á 22.66, har metið frá tá ið Pál Joensen og Adam Jakobssen av Gotlandi á Álandi í 2011 vunnu deilt gull við 23.19.
Andrea Strachan úr Hetlandi hevur sett nýtt met í 100 bringu, við fyrst at svimja 1:10.85 í innleiðandi, har hennara met frá 2011 var 1:11.70, og síðani í finaluni at knalla tað niður á 1:08.56. Laura Kinley av Man tók tað í 200 bringu, við at svimja 2:32.60 har metið hjá Natalia Bree av Jersey frá 2001 (!) var 2:34.69. Og í 50 bringu var so alvorlig holmgonga, har fyrst Laura Kinley tók metið frá Strachan við 32.38 í mun til 32.57 frá 2011, og Strachan síðani svaraði aftur við at svimja fyrst 31:59 í innleiðandi, og síðani 31.36 í finaluni.
Lara Butler av Cayman setti í innleiðandi 100 metra firvaldasvimjing nýtt oyggjaleikamet við at svimja 1:02.44 har metið hjá Guernsey-búgvanum Kristina Neves frá 2011 var 1:03.03. Men so svam Ida Sandin av Gotlandi 1:02.00, eisini í innleiðandi, og síðani aftur Ida Sandin klassa 1:00.31 í finaluni. Ida Sandin setti eisini nýtt met í 100 blandað, við at svimja 1:04.03 har metið hjá Andrea Strachan frá 2011 var 1:04.59, og í 200 blandað, við at svimja 2:14.22 har metið hjá henni frá 2007 var 2:16.61.
Emily Bashforth av Jersey setti nýtt met í 200 frí, við at svimja 2:00.14 har metið hjá Kristinu Neves av Guernsey frá 2011 var 2:02.05. Í 50 firvald svam Charlotte Atkinson av Man fyrst 28.41 í innleiðandi og síðani yvirbevísandi 27.73 í finaluni, har metið hjá Kristinu Neves frá 2011 var 28.88. Í 50 frí tók Ashley Yearwood av Bermuda metið frá Shailu millum Garðarnar, við at svimja 26.50 har Shaila á Álandi í 2009 svam 26.63.
Sí øll metini her á natwestislandgames2013results.com