Bartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet
Eitt tekin uppá eina góða venjingarlegu, haldi eg sjálvur, er tá man ikki hevur dagaskil. Veruleikin, at tað onga ávirkan hevur hvør dagur tað er, er ein serstøk kensla. Man kann tá savna seg um tað sum hevur týdning, tað venjingina og kappingina sum liggur beint fyri framman.
Vit brúka nógva tíð við teimum íslendsku svimjarinum. Vit venja undir liðuni á hvørjum øðrum, og nakað venja vit saman. Eisini eta vit saman um kvøldarnar, og hava spælt kort saman eftir døgurða.
Vit hava havt eina frívenjing, har vit og íslendingarnir fóru oman á strondini at spæla mini-golf. Tað er ikki einans í Føroyum, at veðrið kann skifta í einum handavendig. Júst sum vit byrjaði at súkkla, fór tað at oysa niður. Eitt ordans æl, og ongantíð havi eg sæð eina strond tømast so skjótt. Vit krokaðu undir einum taki og tá tað sleyt í aftur, spældu vit mini-golf í sólini. Leggjast kann afturat, at tað als ikki er lætt at spæla minigolf við stórum hyljum á banunum.