Frá fyriskiparunum
Havnar Svimjifelag skipar fjórða ár á rað fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.
Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.
Hendan siðvenjan at svimja kapp á sjónum á ólavsøku varð tikin uppaftur í 2010. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var annars í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961, tá ið nýggi uttandurahylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku, áðrenn siðvenjan í 2010 varð tikin uppaftur, var á Vestaru Vág í 1954.
Hóast gamla heitið “kappsvimjing á ólavsøku” er endurnýtt, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.
Tilmelding til kappsvimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli umvegis hesa leinkju: http://www.askur.fo/dforms/form29612.html
Nærri kunning um tiltakið sæst her: https://www.facebook.com/groups/136847359709478/