Komin nokk so væl uppá pláss her í Barcelona

Nú seinnapartin kom eisini Pál fram til hotellið her í Barcelona, soleiðis at føroyska liðið er fullmannað her á Confortel. Kristian Martin og eg fóru ein túr við taxa inn á Montjuic eftir akkreditatiónum, har Jon Hestoy bíðaði við teimum ymisku pappírunum sum krevjast, og vit so høvdu passini við hjá okkum 6. Hestoy skaffaði okkum tríggjar nøkur lokal simkort eisini, soleiðis at vit betri fáa samskift uttan at tað skal kosta ein bóndagarð.

106

Tey fýra úr Canet høvdu ætlað sær ein túr at royna svimjihøllina í kvøld, men valdi tað frá aftur, tá ið tað vísti seg at vit ikki sleppa har enn, men heldur skula í onkran annan hyl einar 40 minuttir vekk. So vit eru bara øll her á hotellinum, Kristian Martin er farin at kanna hvussu nógv nytta er í svimjihylinum her ovast uppi á hotellinum, meðan restin av okkum tekur sær av løttum.

Telefon-nummør hjá SSF her í Barcelona:

Kristian Martin: (0034) 685 054 150
Jon Hestoy: (0034) 685 054 067
Rókur: (0034) 665 096 360

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.