Løgið ‘asosialt’ internet her á Confortel

Tað er tíverri heilt vanligt at internet-sambandið er vánaligt og versnar, tá ið vit eru til hesar stóru altjóða svimjistevnurnar, vælsagtans tí at so nógv savnast heimanífrá á sama stað, og koyra eftir somu dagsskrá millum svimjihyl og hotel. Okkara hotel her í Barcelona er einki undantak; men nokk so løgið allíkavæl at okkurt riggar væl, meðan annað riggar illa.

Untitled

Tað riggar (inntil víðari) yvirhøvur væl at vitja vanligar heimasíður, meðan alt tað ‘sosiala’ liggur meira ella minni lamið. Tað gongur skjótt at vitja t.d. Portalin, meðan eg enn ikki eri sloppin á Facebook síðani Danmark. Gmail riggar illa í kaganum, sum Gmail-app til iPad og í standard Mail-appinum í iPad, meðan tað av eini og hvørjari orsøk allíkavæl riggar hampuliga væl í standard Mail-appinum í Surface RT. Twitter og Google+ fái eg slettis ikki til at rigga.

Untitled

Tað gongur ókey skjótt at senda YouTube-videoir upp, meðan eg havi haft mítt dýra stríð við at finna útav, hvussu eg skuldi fáa myndir upp á Flickr. Á Surface riggar tað ikki at senda myndir upp, og á iPad er tað hopuleysa trupult at fáa myndirnar fluttar á geyma ella líknandi. Dropbox riggar ikki, Google Drive riggar illa, og Surface vil ikki kennast við iPad. Eg havi funnið okkurt spennandi app sum kanska kundi loyst trupulleikan, men App Store riggar heldur ikki.

Untitled

Loysnin er blivin at eg fyrst kopieri myndirnar av myndatólum yvir á Surface, fyri síðani at flyta tær yvir á ein eksternan harddisk, at goyma til eg komi heim aftur. Síðani verða myndirnar fluttar av myndatóli inn á iPad eisini, og altso tá strikaðar av myndatólinum. So brúki eg Flickr-app í iPad til at senda myndirnar upp, og aftaná tað verða myndirnar slettaðar av aftur iPad. Eitt sindur gumpitungt, men tað riggar 🙂

Untitled

Eg havi eftirhondini uppgivið at fáa Facebook, Google+ og Twitter at rigga … sum Bartal (Hestoy) segði tað so væl fyrr í dag, so hevði tað verið betur um tað slettis ikki riggaði, enn at tað riggaði soleiðis ordiliga illa. Hinvegin riggar tað ordiliga væl at lesa RSS-tíðindi, so ein flatan lúsing til Google fyri at hava dømt ta tænastuna passé, tá ið tey her í summar drupu Google Reader. Feedly bjargar mær har teir stóru svíkja.

Untitled

Men hvat, tað sum eg væntaði fór at vera ordiliga bøvlut, við at taka so lítlar teldur við, riggar faktiskt rættiliga væl. Hetta her verður skrivað við einum Apple bluetooth tastaturi íbundið til Surface RT, og tað gongur akkurát líka skjótt sum heima. Eisini tí at tastaturið faktiskt er hitt sama sum har heima. Sum sagt riggar tað (enn) ókey at senda video upp, og Flickr koyrir so dánt.

Einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt annað … kanska hevur man vant seg av aftur við Facebook, tá ið vit koma heim 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.