Poula Øssursdóttir Mohr sett í morgun stórt nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni á langgeil í Barcelona svam teinin uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, sum var 1:05.92 frá Mare Nostrum stevnuni fyrr í ár. Splitt-tíðin hjá Poulu var 29.78 við 50 metrum, sí úrslitalistan her.
Her er eitt stutt videobrot við Poulu aftaná metið. Eg burdi ikki filmað ímóti ljósinum, men tað er so tað
Og her er Hestoy. Hatta sum eg helt meg minnast var ikki heilt 100% rætt … Poula tók metið frá Biritu við bara 4 hundraðpørtum á Mare Nostrum; men áðrenn tað hevði Birita á Danish Open í vár tikið tað niður frá 1:08.17, sum Shaila svam á HM í Rom í 2009.
Hvis hon heldur áfram at betra seg 1 1/2 sekund per mánað setir hon heimsmet um eitt hálvt ár 🙂