Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk tað til eitt samanlagt sættapláss á startlistanum til finaluna. Sí úrslitalistan her.
Her er ein stutt samrøða við Pál sum eg gjørdi tá ið vit vóru komnir aftur á hotellið. Má blíva betur til hetta við at interviewa.
Her eru splítttíðirnar frá teimum innleiðandi riðlunum í 800 frí hjá monnum.
Veit ikki hví Alan Nielsen úr Politiken heldur at Jón Bjarnason er íslendingur:
“Pál Joensen gentog bedriften fra VM i 2011 ved at svømme sig i finalen i 800 meter fri, også selv om 7.50,81 min. lige var et par sekunder over den forudsigelse, hans islandske træner, Jon Bjarnasson, havde proklameret.”
http://politiken.dk/sport/ECE2034206/faeroesk-ol-dansker-snupper-endnu-en-vm-finale/