Lesið her á YouTube Creators: YouTube víðkar nú tilboðið at kunna stroyma beinleiðis, til allar tær rásir ið hava minst 100 haldarar, og sum annars ikki hava forbrotið seg inn á copyright og tílíkt. Áðrenn hetta kravdust minst 1000 haldarar.
YouTube rásin hjá svimjing.com hevur sum er 54 haldarar, so vit mangla bara 46 til at kunna bjóða eisini veruligt, offisielt YouTube ‘live stream’. So tað er bara at trýsta á reyða knøttin, um tit ikki longu hava gjørt tað 😉